Í tí løtuni, Elizabeth drotning doyði í dag, 96 ára gomul, gjørdist Charles kongur. Hann hevur verið krúnprinsur í 63 ár.
Charles kongur er sostatt tann, sum hevur verið krúnprinsur longst og er eisini tann elstri, sum nú gerst kongur í Bretlandi, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.
Hansara tignarheiti gerst Charles hin triði.
Bretska kongshúsið boðaði fyrr í dag frá, at støðan hjá drotningini var álvarsom. Í kvøld komu so boðini um, at hon varð farin. Charles kongur var við hennara lið, tá hon doyði á Balmoral slottinum í Skotlandi.
Elizabeth drotning hevur sitið á trúnuni í meira enn 70 ár. Maður hennara, Philip prinsur, doyði í 2021, 99 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald