Innanlands

Dánial kundi endurgeva síðstu orðini hjá pápabeiggjanum

Fortaldi Bruce Haeusler úr Ný Sælandi hvat hendi tá teir hjálptu illa særdum flogskipara á sjúkrahúsi á Tvøroyri

Bruce Haeusler og Dánial Norðberg

Bruce Haeusler og Dánial Norðberg

2019-08-16 16:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

9. november 1942 datt eitt bretskt bumbuflogfar niður í fjøllunum nærhendis Trongisvág. Flogskipari á flogfarinum av slagnum Armstrong Whitworth Whitley var nýsælindingurin Jack Haeusler.

Tá nakrir ungir suðringar komu fram á vrakið av flogfarinum, var Jack ikki deyður. Nú 94 ára gamli hvalbingurin, Dánial Norðberg, eisini róptur Skræddarin, var ein teirra, sum dró Jack úr vrakinum og var við at bera hann á sjúkrahúsið á Tvøroyri.

Fyrr í summar kundi Dánial so fortelja bróðursoninum seinastu orðini, sum Jack Haeusler segði áðrenn hann misti vitið fyri 77 árum síðani.

Misti hædd og rendi á Nakk
Tað er nýsælendski miðilin Stuff, sum nú ber søguna um Bruce Haeusler, ið hevur verið í Føroyum fyri at tosa við mannin, ið var tann seinasti, ið tosaði við pápabeiggjan.

Bruce Haeusler greiðir blaðnum frá, at í teirra familju hava tey altíð hoyrt søguna um pápabeiggjan, Jack, sum datt niður við flogfari undir krígnum, bert 24 ára gamal. Teir vóru farnir út at leita eftir einum øðrum flogfari, ið var horvið onkrastaðni í Norðuratlantshavi.

Nógvur mjørki var orsøk til, at teir ikki ansaðu eftir, at teir høvdu mist hædd, og teir náddu ikki at fáa flogfarið upp aftur, tá teir nærkaðust Suðuroynni. Flogfarið brast í fjallið Nakk, vestantil á Suðuroynni. Bert ein av manningini, halaskjúttin, yvirlivdi. Hann slapp úr flogfarinum, og megnaði illa særdur at leita sær hjálp.

[object Object]Jack Haeusler var flogskipari á flogfarinum, sum datt niður

Bóru Jack á sjúkrahúsið
Dánial Norðberg og tveir aðrir fóru niðan til brennandi flogfarið, og funnu har Jack Haeusler illa særdan, men framvegis á lívi. Teir bóru hann oman til sjúkrahúsið á Tvøroyri, har hann tó doyði dagin eftir. Líkini av teimum fimm umborð á flogfarinum vóru seinni jarðað í Miðvági.

Hóast Bruce Haeusler og systkin hansara aldri hittu pápabeiggjan vórðu tey mina á altíð at minnast farna pápabeiggjan. Í 2008 vóru tvær systrar hansara í Føroyum og vitjaðu grøvina í Miðvági.

Í juni fór Bruce til Skotlands at vitja í sambandi við eitt brúdleyp í familjuni, og hann brúkti høvið til at fara ein túr til Føroya eisini.

Her kom hann í samband við Erlend Simonsen, sum hevði hoyrt søguna um niðurdotna flogfarið í Suðuroynni undir krígnum. Og Erlendur visti eisini, at ein av monnunum, sum vóru hjá vrakinum, enn var á lívi og búði einum ellisheimi í Havn.

[object Object]
Bruce Haeusler á staðnum, har flogfarið datt niður

Soleiðis kom Bruce í samband við Dánial Norðberg. Og Dánial kundi livandi fortelja hvussu tað var henda dagin í 1942, tá teir bóru illa særda nýsælindingin á børu av flogfarinum og oman á sjúkrahúsið.

- Dánjal greiddi okkum frá, at Jack var illa skaddur. Tað fyrsta hann segði var ”doctor” og ”hospital”. Teir riggaðu eina børu til, men hon vísti seg at vera ov stutt, so Dánial tók troyggju sína og bant hana soleiðis, at hon virkaði sum eitt slag av høvdalagi. Meðan hann gjørdi hetta, hugdi Jack upp á Dánial og segði ”good man, good man”. Tað var nakað, sum pápi mín og abbi mín eisini plagdu at siga, so tað var rørandi at hoyra, greiðir Bruce Haeusler frá.

- Og eg fekk høvi at takka Dániali fyri tað, hann hevði gjørt fyri familju okkara fyri so nógvum árum síðani, leggur hann afturat.

Meðan hann var í Føroyum, hevði Bruce Haeusler høvi at vitja á staðnum, har flogfarið datt niður, og á grøvini hjá Jack á krígskirkjugarðinum í Miðvági. 

[object Object]Á grøvini í krigsmannakirkjugarðinum í Miðvági

 

[object Object]Ein av propellunum av bumbuflogfarinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder