Innanlands

Danmark fer møguliga at veita Italia eina hjálpandi hond í stríðnum móti koronasmittuni

Fýra flokkar heita nú á stjórnina um at bjóðað landinum, sum er harðast rakt, hjálp. Hon skal tó ikki ganga útyvir støðuna í Danmark

2020-04-01 15:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Venstre, Dansk Folkeparti, Radikale Venstre og Enhedslisten hava sett fram ynski um, at danska stjórnin skal bjóðað Italia hjálp í stríðnum móti koronavirusinum. Tað skrivar Politken.

Støðan í suðuritalienska landinum hevur verið ógvuliga svár í áleið ein mánað nú, og tað er landið við flest deyðstilburðum, tá tað kemur til persónar við covid-19.
Sjúkrahúsini, serliga í Norðuritalia, megnað ikki trýstið, og nú vilja teir omanfyri nenvdu donsku flokkarnir, at Danmark ger sítt.

Les eisini: Norðuritalia: 87 prosent koma ikki í viðgerð

Hetta skal sjálvandi ikki ganga útyvir stríðið móti smittuni í Danmark, men Sofie Carsten Nielsen, næstforkvinna í Rakikale Venste, sigur við danska TV2, at tað vísur seg, at Danmark megnar at passa uppá síni egnu. Bæði hon og Jan E. Jørgensen fra Venstre siga, at um Danmark rúmar tí, so burdi Italia fingið hjálp frá danskari síðu. 

Les eisini: Vekir stúran í Danmark at so nógv heilsustarvsfólk eru smittað

Tey bæði vísa á tv2.dk á, at tað snýr seg um at seta seg í hættisligu støðuna, sum Italia er í, tí hvat um Danmark hevði verið í somu støðu. Sofie Nielsen og Jan Jørgensen vísa eisini á, at hugt kann verða eftir tveimum ymiskum møguleikum: At Danmark kann taka ímóti nøkrum sjúklingum úr Italia, ella senda læknar, sjúkrarøtarfrøðingar og útgerð til Italia. Hetta skal gerast í samráð við italienkskar myndugleikar.

Kina, Russland, Kuba og Albania hava í seinastuni sent lið við læknum og sjúkrarøktarfrøðingum til Norðuritalia. Sjúklingar eru farnir úr økinum til Týsklands at fáa inntensiva viðgerð. 

Danska stjórnin hevur ikki enn tikið støðu til áheitanina frá teimum fýra flokkunum. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder