Í morgun boðaði Region Hovedstaden, ið er eitt av fimm høvuðsøkjum í Danmark, frá, at 114 av sínum starvsfólkum hava fingið staðfest koronasmittuna. Tey flestu av hesum arbeiða í sjúkrahúsverkinum, og tað er beint undir 10 prosent av samlaða smittutalinum í økinum.
Les eisini: Danir fara skjótt at kunngerða talið av frískum
Serfrøðingar siga, at tað er ikki óvæntað, at so nógv heilsustarvsfólk verða smittað, men Søren Brostrøm, ið er stjóri í sjúkrahúsverkinum (Sundhedsstyrelsen), segði fyri løtu síðani, at tað vekir stúran, og at tað manglar ymiskt fyri at verja læknarnar Tað var á dagliga tíðindafundinum um koronavirusið hjá myndugleikunum.
Tað er eisini komið fram seinnapartin, at 224 starvsfólk í Region Sjælland og
Region Hovedstaden eru vorðin sjúkrameldaði við Covid-19. Økini standa fyri rakstrinum av sjúkrahúsinum, og tey flestu av teimum sjúku arbeiða á sjúkrahúsum. Summi arbeiða á eldraøkinum.
Les eisini: Danmark fer møguliga at veita Italia eina hjálpandi hond í stríðnum móti korona
Brostrøm segði eisini á tíðindafundinum, at tey flestu í Danmark eru beinleiðis rakt av korona, og at sjálvt tá samfelagið letur eitt sindur upp aftur, skal man halda frástøðu.
Umboð fyri læknarnir søgdu, at vanligi raksturin er við at koma aftur. Tað er eisini komin ein nýggj app, "Min læge", har til ber at tosa við lækna ígjøgnum video.
Nýggjastu tølini í dag vísa, at yvir 100 persónar í Danmark eru deyð við smittuni, og yvir 3.000 hava fingið staðfest smittuna.
Tað sum tó er jaligt, er at tølið av innløgdum minkar, og tað ger tað lættari at halda virkseminum væl koyrandi á sjúkrahúsinum. 146 persónar við koronavirusinum eru í løtuni í inntensivari viðgerð í Danmark.
----
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð við covid-19, veruliga eru deyð av hesum virusi. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald