Komandi ár verður aftur møguligt at ala mink í Danmark.
Á nýggjárinum fer fyribils forboðið úr gildi, og avgerðin um at loyva minkaaling aftur er tikin í samráð við heilsumyndugleikarnar, sigur danski matvørumálaráðharrin, Rasmus Prehn.
– Forboðið móti minkaaling snúði seg bert um fólkaheilsuna, og nú hava heilsumyndugleikarnir mett, at vandin við aling av minki ikki er so stórur longur. Harvið er eingin orsøk til at leingja fyrbils forboðið, sigur hann sambært Ritzau.
Í sambandi við, at tað aftur verður loyvt at ala mink, verða fleiri smittufyribyrgjandi tiltøk eisini sett í verk. M.a. kanning av minkum, brúk av verndarútgerð og skeið í reinføri.
Uttan hesi tiltøkini, hevði ikki verið gjørligt hjá minkaalarum at byrja aftur, men eftir nakrar mánaðir kunnu tiltøkini kanska linkast, og verða tiltøkini eftirmett í vár, sigur Rasmus Prehn.
Tað er Statens Serum Institut, sum hevur mett, at tað er forsvarligt at loyva minkaaling aftur nú. Danska stjórnin gav í november 2020 boð um, at allir danskir minkar skuldu takast av døgum, av tí at eitt nýtt frábrigdi av koronu varð staðfest millum teir. Tað vísti seg tó, at danska stjórnin ikki hevði heimild at geva hesi boðini.
Les eisini: Advokatmeting: Grundarlag er fyri einum ríkisrættarmáli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald