Uttanlands

Danskur lækni: Nýggja koppsetingarskipanin kann leggja stórt trýst á sjúkrahúsini

Vandi er fyri, at nógv av teimum, sum velja at lata seg koppseta við koppingarevnunum hjá AstraZeneca og Johnson & Johnson verða send á sjúkrahúsið til kanningar, um tey fáa hjáárin av koppsetingini, sigur Anders Beich

Koppingarevnið hjá AstraZeneca er eitt av tveimum koppingarevnum, sum varð tikið úr donsku koppsetingarætlanini, men nú er møguligt hjá teimum, sum ynskja tað, at verða koppsett við hesum kortini (Savnsmynd: EPA)

Koppingarevnið hjá AstraZeneca er eitt av tveimum koppingarevnum, sum varð tikið úr donsku koppsetingarætlanini, men nú er møguligt hjá teimum, sum ynskja tað, at verða koppsett við hesum kortini (Savnsmynd: EPA)

2021-05-23 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skipanin sum ger tað møguligt hjá dønum sjálvboðið at lata seg koppseta við koppingarevninum hjá AstraZeneca og Johnson & Johnson varð sett í verk í dag.

Koppingarevnini vórðu annars tikin úr donsku koppsetingarætlanini orsakað av vandanum fyri at fáa álvarsom hjáárin.

Sambært Anders Beich, ið er formaður fyri Dansk Selskab for Almen Medicin, kann tað enda við, at nógv av teimum túsundatals fólkunum, sum ynskja at verða koppsett eftir nýggju serskipanini, enda á sjúkrahúsinum. Ikki tí, at tey neyðturviliga fara at fáa álvarsom hjáárin, men tí at tey kunnu fáa vanlig hjáárin, sum skulu kannast nærri.

Tað kann vera ringt hjá læknum at staðfesta, um talan er um álvarsom hjáárin ella ikki, og tí er vandi fyri, at nýggja skipanin gevur sjúkrahúsunum nógv eykaarbeiði við at kanna øll tey koppsettu, sum fáa hjáárin av koppsetingini, heldur hann.

– Millum tey vanligu hjáárini skulu vit sum læknar finna ein álvarsaman tilburð sum sjáldsamu blóðtøpparnar, sum skulu finnast í góðari tíð. So skulu vit skriva ávísing, og sjúkrahúsið skal taka eina rúgvu av blóðroyndum og heilaskanningar fyri at tryggja, at talan ikki er um blóðtøpp. Harvið er vandi fyri, at akutdeildirnar koma undir trýst frá borgarum, sum kanska bert hava eina vanliga høvuðpínu eftir koppseting, sigur Anders Beich við TV2.

Les eisini: Danmark: Nú verður koppsett við Johnson & Johnson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder