
Danski flokkurin DF, Dansk Folkeparti, ynskir, at Danmark sendir 100 herfólk við vápnum og rakettum at brúka móti skipum, til Grønlands. Tað skrivar Danmarks Radio.
DF heldur eisini, at ein heimaverja skal setast á stovn í Grønlandi og at grønlendingar skulu hava herskyldu.
- Tað er tørvur á at senda eini boð um, at vit verja kongsríki, og tí hava vit eisini tørv á grønlendingum, so tey kunnu taka størri ábyrgd av at verja ríkið, sigur framsøgumaðurin í Grønlands- og verjumálum hjá DF á fólkatingi, Alex Ahrendtsen, við Danmarks Radio.
Tað er onki nýtt í, at DF heldur, at verjuskylda skal setast í gildi í Grønlandi. Nú heldur framsøgumaðurin, at tíðin er búgvin til at seta hetta í verk.
Í Grønlandi hava allir menn og kvinnur við føstum bústaði sokallaðan verjurætt, men ikki verjuskyldu. Tað vil siga, at tey sjálvboðin kunnu melda seg til at fara í herskyldu í Danmark.
Líknandi uppskot frá DF eru fyrr afturvíst av hinum politisku flokkunum. Eisini grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, vísir uppskotinum aftur.
Landsstýrisformaðurin vil heldur, at tey menna sokallaðu grundútbúgvingina - Arktisk basisuddannelse - sum gevur grønlendingum møguleika at útbúgva seg í sjóverjuni, flogvápninum ella herinum, sigur hann við DR.
Eisini framsøgumaðurin hjá danska javnaðarflokkinum vísir uppskotinum um herskyldu í Grønlandi aftur.
Arktisk Basisuddannelse er ein útbúgvingarmøguleiki hjá ungum í Grønlandi. Fyrstu 22 næmingarnir byrjaðu upp á útbúgvingina í mai í fjør.
Grundbúgvingin tekur seks mánaðir, men kann víðast til 12 mánaðir í einum, sum danir kalla 'perspektiveringsforløb.
Útbúgvingin gongur fyri tað mesta fyri seg í Kangerlussuaq - Syðra Streymfirði - har týdningarmesta floghavnin í Grønlandi var til floghavnin í Nuuk varð víðkað til at lúka altjóða krøv herfyri.
Flokkarnir handan verjuavtaluna gjørdust í januar samdir um at brúka 14,6 milliardir krónur í komandi árum til tess at styrkja verjuna, serliga í Norðuratlantshavi og Arktis.
Hetta skal gerast við nýggjum skipum, langtrøkkandi dronum og eftirlit úr fylgisveinum. Eisini var avtalað um at játta meira til Arktisk Basisuddannelse, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald