Lagið “Better in Stereo”, sum Bárður Háberg og Óli Jógvansson gjørdu fyri sjey árum síðani til Disney-røðina Liv and Maddie, hevur fingið nýtt lív á Tiktok.
Seinastu mánaðirnar er lagið, sum eisini var eyðkennislag til røðina, brúkt í 600.00 ymiskum videobrotum, og dagliga leggjast umleið 6000 videobrot afturat.
Tilsamans meira enn eina hálva milliard spælingar.
Tiktok er ein app, sum serliga ung brúka, og har tað ber til at dansa ella gera okkurt kreativt meðan tónleikur spælir aftanfyri.
Niðanfyri eru nøkur videobrot frá Tiktok, sum brúkar tónleikin hjá Bárði og Óla.
Videobrotið niðanfyri er tað sum er víst oftast, heilar 70 milliónir ferðir.
@fredziownik_art Please don’t scroll away ##dlaciebie ##drawing ##rysunek ##fyp
Better in Stereo - Tori
@flaviemartin Ready for a new season ? #livandmaddiechallenge #livandmaddie #fyp #twinsisters
liv and maddie theme song - Hannah Cataldo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald