Vanliga tosar hon til fólkið í ríkisfelagskapinum hvørt gamlaárskvøld, og vanligt er, at tað gongur eitt ár ímillum, at Margretha drotning vendir sær beinleiðis til danska fólkið.
Hendan tíðin vit liva í nú, er á mangan hátt øðrvísi, og nú fer Hennara Háting fyri aðru ferð innan ein mánað at hava eina beinleiðis sjónvarpaða røðu.
Í seinasta mánað tosaði Martretha drotning til fólkið. Tað var nakrar dagar eftir, at danska samfelagið so at siga lat aftur. Røðan var í fimm minuttir, og Hennara Hátign hartaði í ein ávisn mun danir, ið ikki fylgdu tiltøkunum.
Les eisini:
Drotningin tosar til tjóðina í kvøld
Drotningin: Øll taka ikki støðuna í álvara (hoyr røðuna her)
Sjáldsama hørð orð frá drotningini
Í dag fyllir Hennara Hátign 80 ár. Tað ber ikki til at halda ein føðingardag, orsakað av umstøðunum. 12. mars vóruðu ætlaði tiltøkini avlýst. Ístaðin verður beinleiðis røða av Fredensborg Slot klokkan 19 lokala tíð.
DR1 og TV2 senda røðuna beinleiðis.
Les eisini:
Drotningasteinurin á Sandi
Drotningin fær gávuna seinni
Innanlands
Drotningin fer at tosa til fólkið á sínum føðingardegi
Fyri aðru ferð innan ein mánað heldur Margretha drotning røðu. Hetta er heilt óvanligt. Røðan verður klokkan 18 føroyska tíð
Margretha drotning heilsar her sandoyingum undir hennara seinastu Føroyavitjan. Í kvøld fer hon at heilsa dønum og øllum í ríkisfelagskapinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-04-16 15:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald