Komandi vikuskiftið verða tvær konsertir við føroysku Leu Kampmann og meksikanska Andervel.
Fyrra konsertin verður fríggjakvøldið í Maggies í Nólsoy og leygarkvøldið verða tey at hoyra í Aulini í Finsen í Havn.
Lea Kampmann
Fyri fýra mánaðum síðan gav Lea Kampmann fyrstu heildarútgávu sína, “If I ever made you cry, I’m sorry”, út.
Lea fortelur søgur um ungdómslívið við allari tí hjartapínuni, framtíðaróttanum og royndunum uppá at elska sítt egna selskap, sum tað inniber fyri hana.
Hetta kvøldið spælir Lea løgini á útgávuni á tann mátan, sum løgini vóru skrivað. Við gittarinum, klaverinum og røddini. Birita Dam og Vinjar E. Petersen spæla við.
Andervel
“Inniligur. Námindin. Hjartafølin. Eymur.” Andervel er tónlistaliga avrikið hjá sangaraskaldinum, José Luis Anderson.
Hann býr í Íslandi, men er føddur og uppvaksin í México. Við Andervel fagnar José sínum upphavi, klassiska sangkynstrinum og spíra sínum í íslendsku tónleikaverðini. Á hansara listamóti spæla eymu fólkatónarnir uppá kenslubrøtt íslandsfjøll.
Í 2020 kom tann so lystvæntaða EP’in, “Noche”, út. Fjølmiðilin, Al Día, skýrdi hendan fyrsta geisaran at vera “eina rára perlu í spanskt mæltum musikki”.
Andervel plúmmaði upp á amerikanska topp 5 listan, “Latínamerikanskir artistar, tú burdi hoyrt” hjá Al Día – “the best of the latino american experience”.
Næsta plátan verður nú smíðað saman úr ektaða og nektaða fólkapoppinum, við forvitna handalagnum hjá hesum unga lærlingi í heimsfevnandi tónasmiðjuni. Andervel kemur væl mannaður við Vinjari Egilsnes Petersen, og Sakarisi Emil Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald