Innanlands

Ein staðfestur positivur í gjár

Talan er um persón, sum kom úr útlondum herfyri, og sum fekk staðfest covid-19 eftir kanning á sætta degi – Í løtuni eru seks positiv í Føroyum

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-12-05 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ein persónur staðfestur positivur fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Talan er um persón, sum kom til Føroya úr útlondum herfyri, og sum fekk staðfest covid-19 eftir kanning á sætta degi. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.

Sostatt er samlaða talið á persónum, ið hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum, komið upp á 506. 500 teirra eru staðfest frísk aftur, og eru sostatt seks persónar smittaðir í løtuni.

Í gjár vórðu 784 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 170.817 kanningar gjørdar í Føroyum.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19. 66 eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder