2020-11-29 14:18

Sambært nýggjastu tølunum hjá Landslæknanum varð eingin staðfestur positivur fyri covid-19 í gjár.
565 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 167.572 kanningar gjørdar í Føroyum.
502 persónar hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og 498 teirra eru staðfest frísk aftur. Sostatt eru fýra persónar positivir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og sjey eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald