2020-12-02 14:10

Í gjár varð eingin staðfestur positivur fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
451 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar, skrivar corona.fo. Tilsamans eru nú 168.923 kanningar gjørdar í Føroyum.
503 persónar hava tilsamans fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og 500 teirra eru staðfestir frískir aftur. Sostatt eru tríggir persónar positivir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og 64 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald