
Í gjárkvøldð fekk MRCC boð um, at eldur var í maskinrúminum á skipinum Vestland, sum siglir undir donskum flaggi.
Skipið var á veg til Íslands úr Ongland, tá tað hendi, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
MRCC gav beinanvegin boð um at gera bjargingartyrluna klára, Brimil fekk boð um at sigla á leiðina, og íslendska bjargingartænastan varð eisini kunnað.
Manningin á Vestland fekk tó sjálv tamarhald á støðuni, og tyrlan varð tí avlýst.
Brimil fylgir skipinum, sum er á veg á Fuglafjørð við egnari hjálp. Sjey mans eru við Vestland, og allir hava tað gott.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald