placeholder
Innanlands

Eldur í pisshúsinum á Vaglinum

Fyri løtu síðan komu boð um eld á almenna vesinum á Vaglinum

2024-11-09 14:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nakað av útrykningini er í Havnini í løtuni. Eldur er í pisshúsinum, sum er undir jørð frammanfyri ráðhúsið og við síðurnar av Hotel Tórshavn.

Løgreglan fekk boðini fyri løtu síðani og er á staðnum. Sløkkiliðið er júst komið á staðið. Meira vita tey ikki at siga av løgreglustøðini í løtuni.

Tað logar enn og tað er nógvur roykur í økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder