Uttanlands

Elizabeth drotning deyð

Drotningin í Bretlandi bleiv 96 ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-09-08 18:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bretska drotning Elizabeth er deyð, 96 ára gomul.

Tað upplýsir bretska kongshúsið sambært altjóða miðlum.

Fyrr í dag segði varð sagt úr kongshúsinum, at læknarnir vóru stúrnir um støðuna. Drotningin hevur verið á slottinum Balmoral í Skotlandi, har hon hevur uppihildið sær í summar.

Børn og aðrir familjulimir eru við skundi komin til slottið í dag, og nú eru boðini altso, at drotningin er deyð.

Elizabeth drotning varð fødd í 1926, og hevur sitið á trúnuni í 70 ár, frá 1952 til í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder