Kistan við bretsku drotningini, Elizabeth II fór fyrrapartin úr slottinum Balmoral í Skotlandi, har drotningin andaðist hósdagin.
Í dag verður kistan koyrd spakuliga gjøgnum Skotland, har on endar á slottinum Holyroodhouse í skotska høvuðsstaðnum Edinburgh.
280 kilometrar langu túrurin, sum verður mettur at taka uml. seks tímar, fer at geva skotum høvi at biðja drotningini farvæl.
Kistan við drotningini fer at liggja í Edinburgh í eitt samdøgur, áðrenn hon verður flogin til London í morgin. Síðan verður kistan flutt til Westminister-slottið, har kistan fer at liggja fram til jarðarferðina, sum verður mánadagin 19. september klokkan 11.
Frá hósdag til sunnudag í komandi viku verður høvi hjá fólkinum at síggja kistuna hjá drotningini í Westminister Hall, sum er elsti partur av slottinum, skrivar BBC.
Mánadagin verður so jarðarferðin, har familja, politikarar og heimsleiðarar væntast at luttaka. Drotningin verður jarðað í King George VI Memorial Chapel á Windsor slottinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald