Innanlands

Færri føroyingar søkja inn á hægri lestur

Kortini eru tað fleiri, sum velja at lesa í Føroyum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-14 10:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Færri søkja inn á universitet í Danmark, og yvirskipað sýnist at føroyingar fylgja rákinum, har færri hava søkt inn á universitet í Danmark. Gongdin hevur í Danmark sett ferð á kjak, um hví so er; millum orsøkirnar eru smærri árgangir frá miðnám, fleiri ið taka longri sabbatár og eitt minni útboð av útbúgvingum rættað til útlendingar.

Serliga er tað lækkingin í umsóknum til útbúgvingar innan vælferðarøkið, sum vekir ans, tí færri søkja inn til sjúkrarøkt, námsfrøði og fólkaskúlalærara.

Tað er tó ikki vist at føroyingar fylgja rákinum, hóast tað kann sýnast soleiðis yvirskipað. Tí meðan færri føroyingar søkja inn á hægri lestur í Danmark samanborið við seinastu tvey árini, eru fleiri umsóknir í ár samanborið við 2019, skrivar Vegleiðingarstovan.

Á Fróðskaparsetrinum vendur nýggja vetrarupptøkan til sjúkrarøktarfrøði umsóknartølunum frá einari lækking í talið av umsøkjarum til eina hækking í mun til undanfarin ár. Verður vetrarupptøkan tikin burtur, er ein lækking í umsóknum samborið við 2019.

Hyggja vit eftir tølunum frá Studni, har tað sæst hvussu nógvir føroyingar fáa stuðul, sæst yvirskipað at færri føroyingar lesa, men fleiri lesa í Føroyum samanborið við undanfarin ár.

Nógv meira er at lesa um evnið á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder