Innanlands

Fara at menna integratiónina gjøgnum Kvøldskúlan

Tórshavnar kommuna fer at virka fyri fleiri og betri integratiónsátøkum og tilboðum til yngri og eldri tilflytarar, so fólk fella betur til og fáa betri sambond, uttan mun til uppruna. Stórur partur av hesum verður í enn størri mun at menna undirvísingina í føroyskum máli og føroyskari mentan á Kvøldskúlanum

2021-01-09 11:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað var í 2014, at Tórshavnar kommuna varnaðist, hvussu skjótt tilflytingin øktist. Greitt gjørdist, at tørvur var á meiri undirvísing í føroyskum máli og føroyskari mentan, serliga fyri tilflytarar, sum komu úr londum uttanfyri norðurlond.

Longu um heystið varð eitt skeið í máli og mentan boðið út. Skeiðið var 400 undirvísingartímar, har undirvíst varð 20 tímar um vikuna í 20 vikur um morgunin.

Eini tvey-trý ár seinni gjørdist greitt, at tørvur var á framhaldsskeiði í føroyskum sum fremmandamáli. Hetta var serliga ætlað næmingum við hægri útbúgvingum úr heimlandinum. Afturat nevndu skeiðum hevur Kvøldskúlin boðið kvøldskeið út í føroyskum, donskum fyri byrjarar og víðarikomin og skeið í mállæru á 30 tímar.

Kvøldskúlin hevur í dag bæði styttri og longri skeið, bæði um morgunin, seinnapart og um kvøldi í máli og mentan fyri tilflytarar. Skeiðini eru bæði fyri vaksin og børn og eru millum 20 og 300 undirvísingartímar til longdar.

Eisini bjóðar Kvøldskúlin styttri skeið í føroyskari mállæru og donskum fyri tilflytarar. Síðani 2014 hava 624 tilflytarar luttikið á styttru og longru skeiðunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla. Skúlin hevur eisini havt undirvísing í føroyskum fyri norðurlendingar og hava 198 norðurlendingar luttikið á skeiðunum síðani 2014.

Kvøldskúlin skipar fyri allari hesi undirvísing í samstarvi við kommununa og Mentamálaráðið. Longru skeiðini eftir nýggju námsætlanini fyri føroyskt sum annaðmál enda við roynd og hvør næmingur fær annaðhvørt endaligt prógv frá støðuroynd ella prógv, sum gevur atgongd til framhald í útbúgving í føroyskum sum annaðmál.

Kvøldskúlin er enn í dag Føroya størsti skúli. Næmingatalið veksur alla tíðina. Og vit hava stórliga fegnast um tað arbeiðið, vit byrjaðu í 2014 fyri útlendskar næmingar. Mong halda framvegis, at hetta man vera størsta integratiónstiltak nakrantíð í Føroyum.

Hvørt ár kunnu øll fegnast um at síggja eitt stórt lið av okkara nýggju føroyingum taka skeið í føroyskum og føroyskari mentan á Kvøldskúlanum. Mong, sum fyri stuttum ikki dugdu eitt orð á føroyskum, møtir ein nú í býnum, har tey heilsa og biða góðandag á føroyskum. Tað fløvar og ber boð um, at tey hava fingið tann besta førningin - lykilin til okkara mentan: Málið!

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at Tórshavnar kommuna nú í samstarvi við Kvøldskúlan og Mentamálaráðið fer at menna hesa skipan, so eingin dettur níðurímillum, men at øll fáa henda einastandandi møguleika nátúrliga at fella til í samfelagnum gjøgnum undirvísing í máli og mentan.

– Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder