Mentan

Fara at skjalfesta koronatíðina

Tjóðskjalasavnið fer undir at savna tilfar inn til verkætlan sum skal skjalfesta hesa tíðina

Tómt á Vaglinum flaggdagin 25. apríl (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Tómt á Vaglinum flaggdagin 25. apríl (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-04-27 21:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tjóðskjalasavnið fer nú undir verkætlan, sum skal skjalfesta koronatíðina, sum heimurin er í.

- Í sambandi við at føroyska samfelagið er í einari undantaksstøðu vegna heimsumfatandi farsóttina Covid-19, fer Tjóðskjalasavnið undir verkætlan at savna inn tilfar frá bæði privatfólki og virkjum, ið skal skjalfesta hesa tíð, sigur Tjóðskjalasavnið

Tað hevur sera stóran týdning, at vit standa saman um at skjalfesta koronu-tíðina, og nú hevur tú møguleikan at vera við til at skriva føroyska søgu.

Tjóðskjalasavnið heitir á fólk um at senda teimum tilfar, sum myndar gerandisdagin í hesum koronatíðum.

Tjóðskjalasavnið hevur áhuga fyri øllum, alt frá broyttum arbeiðslívi til sóttarhald og har ímillum, alt er áhugavert, og roynt verður at fáa so breitt tilfar sum gjørligt, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder