Innanlands

Fekk 600 kilo tungan sekk á seg

Arbeiðsóhapp hendi í Ánunum um middagsleitið í gjár

Norðhavnini í Ánunum (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Norðhavnini í Ánunum (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2022-10-13 17:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nakað aftaná døgurðatíð í gjár, fekk løgreglan fráboðan um eitt arbeiðsóhapp á Norðhavnini í Ánunum.

Tað var ein maður, sum hevði fingið ein 600 kilo tungan sekk oman á seg, tá ein trossi slitnaði. Maðurin fekk álvarsligan skaða á beinið, skilst.

Hetta hendi í sambandi við umskipan av farmi. 

Arbeiðseftilitið kannar málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder