Innanlands

Filmsfelagið bjargað í januar

Steðgur verður tó í eftir hendan mánaðin, tí í Danmark, hiðani filmarnir koma, er alt bigrafvirksemið steðgað. Allir Harry Potter-filmarnir og tveir Holocaust filmar eru ímillum teir, ið verða vístir í Havnar Bio í januar

Persian Lessons gongur fyri seg í Fraklandi undir 2. Veraldarbardaga

Persian Lessons gongur fyri seg í Fraklandi undir 2. Veraldarbardaga

2021-01-13 12:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Filmsfelagið hevur verið so heppið at fingið filmar at vísa heilt fram til fyrsta februar. Í Danmark, haðani filmarnir koma, er alt biografvirksemi steðgað. Eftirsum filmarnir langt síðan eru settir á skrá í Filmsfelagnum og downlodaðir at vísa í Havnar Bio, kann felagið hava virksemi gangandi henda mánaðin út, men so verður steðgur í.

Tað er eydnast hjá Havnar Bio at fáa fatur at øllum átta Harry Potter filmunum at vísa um vikuskiftið, nú alt biografvirksemið tykist fara at steðga heilt upp, tá januar er úti.

Les eisini: Harry Potter aftur í Havnar Bio
 

Um tað óendaliga

Svenski leikstjórin, Roy Andersson (f.1943) fekk Silvurbjørnina í Venezia fyri filmin ”Om det oändliga”, sum Filmsfelagið vísur mikudagin 13. januar. Í 2008 fekk Roy Anderson stóru Norðurlendsku Filmsvirðislønina frá Norðurlandaráðnum.

Samstundis sum filmurin er sorgblíður, er hann eisini ein hugtakandi refleksjón av og um menniskjað í øllum tess vakurleika og óndskapi, hástemtari dýrd og lallandi banaliteti.

Sum í dreymi ganga vit í kring, stýrd av einum Scheherazade-líknandi frásøgupersóni.

Á leiðini møta vit eitt nú einum pari, sum eru góð, hvørt við annað, og sveima yvir bumbaða býnum Köln, einum pápa, sum í oysregni toyggir seg niður at binda lissurnar hjá dóttrini, og eini herdeild, sum hevur tapt í krígnum, og nú er á veg í fangaleguna.

Filmurin ”Om det oändliga” er borin fram av eyðkenda tableaustílinum og lakoniskt svarta skemtinum, sum altíð ger, at ein Roy Andersson-filmur fríggjar til komediu eins og drama.

 

Tveir nýggir Holocaustfilmar

“Persian Lessons” verður sýndur mikudagin 20. januar. Hann er fyrri av tveimum nýggjum Holocaustfilmum.

Í hesum filmi eru vit í Fraklandi undir øðrum verðaldarbardaga. Árið er 1942 og SS hermenn hava tikið unga belgiska jødan, Gilles, og sent hann í týska konsentratiónslegu. Komin í leguna, finnur hann uppá at siga seg vera úr Persia.

Gilles verður tikin til viks at tana køksleiðaranum í leguni, Koch, sum altíð hevur droymt um at læra seg farsi og at opna matstovu í Persia, tá kríggið er liðugt.

Vinalagið millum teir báðar verður ikki tikið væl upp millum fangar og vaktarar, og Gilles óttast meir og meir fyri tí degi, tá hann ikki longur kann dylja sannleikan.

Filmurin byggir á søguna “Erfindung einer Sprache” hjá týska Wolfgang Kohlhaase (f.1931).

Leikstjórin, Vadim Perelman, sum er føddur í Ukraina í 1963, gjørdi í 2003 fyrsta filmin “House of Sand and Fog”.

Nýggi filmurin “Persian Lessons” er á týskum, fronskum, persiskum, enskum og italskum máli. Londini Russland, Týskland og Hvítarussland hava staðið saman um at gera filmin, sum verður vístur í Føroyum í sambandi við altjóða holocaust dagin.

 

Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninina

Í Týsklandi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum er uttan aldursmark og hevur heitið ”Als Hitler das rosa Kaninchen stahl”.

Í týska familjufilminum, sum Filmsfelagið vísur við donskum undirteksti á altjóða Holocaustdegnum 27. januar, fylgja vit einum jødiskum húski, ið flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London.

Oscarvirðislønti leikstjórin, Caroline Link (f.1964) hevur gjørt filmin úr skaldsøguni hjá Judith Kerr (1923-2019), sum í 1972 skrivaði When Hitler Stole Pink Rabbit.

Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon úr London segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum.

Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019.

Høvuðspersónur í filminum er eins og í bókini 9 ára gamla Anna, sum ikki veit, hvør Hitler er. Hon er nógv spentari at ganga í skúla og at spæla við vinir. Tí heftir hon seg ikki við tey mongu Hitleruppsløg, sum bráddliga eru at síggja í býnum.

Men tá pápi hennara hvørvir, og tey øll rýma í loyndum úr Týsklandi, fær Anna varhugan av, at maðurin á uppsløgunum fer at broyta Evropa, og at lívið aldri fer at verða sum fyrr.

Týski filmurin ”Als Hitler das rosa Kaninchen stahl” verður sýndur við donskum undirteksti.


Filmsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder