2024-11-09 08:32
Nú er tíðin komin at finna føroyameistaran í FIRST LEGO League 2024
Føroyski FIRST LEGO League-endaleikurin verður í dag frá kl. 9 til 15.30 á Skúlanum á Fløtum, har 24 lið fara at kappast um at gerast Føroyameistarar og møguleikan at umboða Føroyar í donsku finaluni.
Evnið í ár er Submerged og snýr seg um alt undir havyvirflatuni.
Til endaleikin fara liðini fyri dómarum at leggja fram nýhugsandi loysnir sínar, at kappast í robott dystum á stóra flotta lego bananum, og at hava básar, har tey kappast um at marknaðarføra loysn sína best.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald