Uttanlands

Finnair flýgur uttan um Hvítarussland

- Tað, sum hendi sunnudagin móti flogfarinum hjá Ryanair er órógvandi og óvanligt, sigur finska flogfelagið

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-05-25 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Finska tjóðarflogfelagið, Finnair, hevur tikið avgerð um at broyta sínar ferðaætlanir, so at tað ikki longur verður flogið gjøgnum hvítarussiskt loftrúm.

Fyrsti túrur, sum verður ávirkaður av hesi avgerðini, er flogfarið, sum í morginárið fer til Gazipaşa í Turkalandi. Flogferðin verður sostatt naka longri, skrivar Finnair á Twitter.

Finnair boðaði annars í gjár frá, at felagið framhaldandi fór at flúgva sum vanligt, men nú verða ferðirnar broyttar. Avgerðin  byggir á nýggjar leiðreglur frá Traficon, sum eru komnar í morgun, skrivar finska kringvarpið Yle.

- Tað, sum hendi við flogfarinum hjá Ryanair er sera órógvandi og óvanligt. Tí er tað gott, at lond og flogfeløg nú krevja eina frágreiðing, sigur samskiftisstjórin í Finnair, Päivyt Tallqvist, við STT-tíðindastovuna.

Avgerðin hjá Finnair rakar eitt nú ferðirnar til Turkaldnas og Grikkalands.

Avgerðin kemur eftir at ES-toppfundurin í gjár gjørdi av at seta strong tiltøk í verk móti Hvítarusslandi. Hetta merkir eitt nú, at hvítarussisk flogfeløg ikki sleppa at lenda í ES-floghavnum, ella flúgva gjøgnum loftrúm hjá ES-londunum.

Alt hetta botnar í hendingini, tá eitt flogfar hjá Ryanair á veg úr Athen til Vilnius sunnudagin, varð noytt at lenda í hvítarussiska høvuðsstaðnum, Minsk, eftir boðum frá hvítarussiska forsetanum, Aleksandr Lukasjenko.

Umborð á flogfarinum var ein hvítarussiskur journalistur og andstøðingur, Roman Protasevitj og unnusta hansara. Protasevjitj varð handtikin, tá flogfarið lendi.

Les eisini: ES umhugsar revsitiltøk móti stjórnini hjá Lukasjenko https://dagur.fo/es-umhugsar-revsitiltok-moti-stjornini-hja-lukasjenko

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder