Finska stjórnin kemur saman í dag fyri at taka avgerð um, nær strangari krøv skulu setast í verk mótvegis russiskum borgarum, sum rýma úr landinum fyri at sleppa undan at vera innkallað til kríggið hjá Vladimir Putin.
Stjórnarfundurin verður yvir middag, finska tíð, skrivar blaðið Helsingin Sanomat.
Finsku markavørðirnir hava boðað frá, at tey eru til reiðar at seta strangari krøv í verk við stuttari freist. Sambært upplýsingunum hjá blaðnum, er ætlanin at nýggju reglurnar skulu setast í gildi longu frá midnátt at rokna.
Hetta merkir í prinsippinum, at markið millum Finnland og Russland verður stongt fyri ferðafólkum - turistum - úr Russlandi.
Ikki færri enn 17.000 russar krossaðu markið úr Russlandi til Finnlands farna vikuskiftið, og samstundis við, at ung fólk verða kallað í herin, óttast Finnland fyri, at ferðafólkastreymurin fer at økjast, skrivar norska blaðið Aftenposten.
Mett hevur verið, at hesin fólkastreymur helst eisini verður støðgaður av russisku markavørðunum. Men í morgun var einki, sum bendi á, at nakað slíkt er hent enn í markinum millum Russland og Norðurnoreg, skrivar Aftenposten.
Tá markaliðirnir lógu upp klokkan 8 í morgum sóust beinanvegin persónbilar koyra inn í Noreg. Men talan var ikki um ungar menn í sama stóra stíli, sum sæð hevur verið teir seinastu dagarnar.
Aftenposten skrivar, at tað hava gingið søgur í russiskum miðlum um at russisku mørkini skuldu steingjast fyri menn í “mobiliseringsaldri”, sum tey kalla tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald