Innanlands

Fiskavørur til ES ígjøgnum Bretland: Kannið krøvini fyri innflutningi

Heilsufrøðiliga starvsstovan vil heita á føroyskar útflytarar at kanna krøvini fyri innflutningi av fiskavørum í móttakaralandinum í ES

2021-01-09 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Brexit hevur eisini viðført broytingar av fiskavøru, sum skulu til ES ígjøgnum Bretland eisini kallað transit.

Tað sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum nú vil heita á føroyskar útflytarar at kanna krøvini fyri innflutningi í móttakaralandinum í ES, áðrenn fiskavøra verður send avstað úr Føroyum.

Her kunnu vera krøv um heilsuváttan og segling av vøru, áðrenn fiskavøran fer úr Føroyum.

Transit av fiskavøru er, tá vøra fer úr einum ES øki ígjøgnum eitt triðja land (sum ikki er eitt ES øki) og síðani inn aftur í ES øki. Dømi um hetta er, tá fiskur fer úr Føroyum til Bretland og haðani víðari til Fraklands.

Føroyar hava samhandilsavtalu við ES um fiskavørur og eru tí eitt ES øki.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder