placeholder
Innanlands

Fjallafípan fær betri og víðkaðar karmar

Útibarnagarðurin við viðarlundina úti í Grøv fer um eitt ár at hava pláss fyri yvir 100 børnunum. Klaksvíkar kommuna og Norðhús gjørdu í gjár avtalu um verkætlan, ið fer at kosta kommuni áleið sjey milliónir krónur

Arbeiðið at taka niður elsta partin av Fjallafípuni byrjar beinanvegin

Arbeiðið at taka niður elsta partin av Fjallafípuni byrjar beinanvegin

2022-07-14 12:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Útibarnagarðurin Fjallafípan, sum hýsir elsta árganginum áðrenn 1. skúlaflokk, er staðsettur í sera góðum umhvørvi beint við viðarlundina úti í Grøv, og er eisini sera væl umtóktur millum bæði børn, foreldur og starvsfólk.

Soleiðis skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari um útibarnagarðin 

- Vit eru í tí hepnu støðu, at talið av børnum í kommununi økist í løtuni, har eisini onkur árgangur er serliga stórur. Av hesi orsøk er tørvur á at víðka hølisumstøðurnar í Fjallafípuni, so stovnurin megnar at hýsa øllum árganginum

- Harumframt er tað ein sannroynd, at elsti parturin av Fjallafípuni ikki longur er í nøktandi standi til endamálið. Av hesum orsøkum er neyðugt at víðka Fjallafípuna við umleið 20 plássum afturat, samstundis sum tann elsti parturin verður tikin niður

Hetta sigur Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung, ið fegnast um, at henda neyðuga víðkan og nýgerð av Fjallafípuni nú verður framd.

Avtala varð undirskrivað við Norðhús í gjár. Hon fevnir um, at henda útbygging skal standa liðug á sumri í 2023, og fer Fjallafípan tá at hava pláss til umleið 105 børn, og á henda hátt verður framhaldandi pláss til allan elsta árgangin áðrenn skúlabyrjan.

[object Object]

[object Object]

- Seinastu mánaðirnar hevur ein arbeiðsbólkur fyrireikað hesa útbyggingina av Fjallafípuni, herundir arbeitt við innrætting av stovninum.

- Í arbeiðsbólkinum vóru hesir limir: Eyðstein Ó. Poulsen, formaður, Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipari, Tonja Sonhardsdóttir, varatrivnaðarstjóri, Sanna Brandal, námsfrøðiligur ráðgevi, Bjørg Rasmusardóttir, leiðari í Fjallafípuni, Hans Fróði E. Hansen, byggifrøðingur, og John Færø, trivnaðarstjóri.

Verkætlanin er samanlagt áljóðandi smáar sjey milliónir krónur, skrivar  og arbeiðið at taka niður elsta partin av Fjallafípuni byrjar beinanvegin - nú meðan stovnurin er í summarfrí - skrivar klaksvik.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder