So mikið vánalig koyrilíkindi vóru á Vestmannavegnum í nátt, at avgerð var tikin um at stongja vegin fyri allari ferðslu.
- Har var nógvur kavi, og tá so regnið kom, bleiv tað ein suppa og eingin slapp nakran veg. Tí valdi man saman við átaksleiðarunum í økinum at stongja vegin um eitt tíðina, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Fleiri bilar stóðu fastir, men teir fingu hjálp at koma frá staðnum aftur.
Í morgun er aftur koyrandi.
Á oyggjarvegnum kom eisini fráboðan um, at ein bilur stóð fastur. Lítil ferðsla er á oyggjarvegnum, og tí var tað ikki mett neyðugt at stongja vegin.
Rekkjukoyringin í Vágum setti í gjárkvøldið eisini dám á ferðsluna. Har koyra tey millum bygdirnar í oynni, men sum skilst vóru nakað færri bilar enn vanligt. Helst hevur hálka og keðiligt verið við til avmarkaðu luttøkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald