2021-01-08 19:05

Í gjár vóru 364 fólk koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Tá dagurin í dag er av, eru fleiri enn 1300 heilsu- og røktarstarvsfólk koppsett, og svarar tað til umleið 2,5 prosent av øllum føroyingum, boðar Sjúkrahúsverkið frá í kvøld.
Mánadagin kemur onnur sendingin við koppingarevni og við verandi gongd hevur Sjúkrahúsverkið koppsett fleiri enn 2500 fólk, tá næsta vika er runnin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald