Uttanlands

Fleiri enn 7.000 russar komu til finska markið í gjár

Russar í hópatali rýma undan hertænastu til grannalondini Finnland og Georgia, sum framvegis eru opin fyri ferðandi úr Russlandi

Russar bíða eftir at koyra yvirum markið til Finnlands (Mynd: Reuters)

Russar bíða eftir at koyra yvirum markið til Finnlands (Mynd: Reuters)

2022-09-24 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan russiski forsetin, Vladimir Putin mikumorgunin boðaði frá ætlanini um at senda upp móti 300.000 hermenn afturat til Ukraina, hevur verið nógv ferðsla á russiska markinum.

Russar, sum óttast at verða sendir til Ukraina eru rýmdir til eitt nú Finnlands og Georgia, sum eru grannalond hjá Russlandi. 

Úr Russlandi ber eisini til at flúgva beinleiðis til Istanbul, Beograd og Dubai, og flogferðir úr Russlandi vórðu eisini skjótt útseldar, skrivar Ritzau.

Boðað hevur verið frá kilometrarlangum bíðirøðum við markið til russisku grannalondini. 4.824 russiskir ríkisborgarar komu til finska markið mikudagin, og í gjár var talið 7.667.

Tað eru tó ikki øll, sum taka ímóti russum. Litava, Lettland og Estland, sum eisini eru limir í ES, boðaðu mikudagin frá, at tey ikki fóru at loyva russum, sum rýma undan hertænastu, inn í teirra land.

Hesi trý londini, umframt Pólland, lótu longu aftur fyri russum mánadagin. Grundgevingin var, at russar ikki eiga at ferðast, meðan land teirra er í kríggj við Ukraina, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder