Innanlands

Fleiri húski við børnum

Hagstovan: 303 fleiri húskir við børnum eru í ár í mun til fyri tíggju árum síðan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-12-24 14:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hagstovan: Jólamaðurin og jólakonan hava úr at gera í dag, nú tey fara á gátt við gávum hjá 6.570 húskjum við børnum.

Tey hava meira at gera í ár enn undanfarin ár, tí fyri tíggju árum síðani vóru tað 6.267 húski við børnum.

Nógvir pakkar eru pakkaðir. Tað eru 13.200 spent børn undir 18 ár, sum bíða eftir pakkum. Fyri tíggju árum síðani vóru tey 12.400.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder