Innanlands

Flogferðslan tarnað av nógva vindinum

Eitt flogfar er avlýst og onnur eru útsett til í kvøld

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-07 18:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvi vindurin í dag hevur ávirkað og ávirkar framvegis flogferðsluna.

Flogfarið úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda í Vágum klokkan 13:40 er avlýst. Og flogførini sum skuldu koma úr Keypmannahavn, Billund og Edinburgh eru nógv seinkað.

Fráferðir eru eisini seinkaðar. Flogfarið, sum skuldi fara úr Vágum til Keypmannahavnar klokkan 14:30 er útsett til klokkan 22:15 í kvøld. Somuleiðis er fráferðin til Billund, sum skuldi vera klokkan 13:30 í dag útsett til klokkan 22:45.

Fylg annars flogferðsluni her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder