Litava hevur nú bannað allari flúgving til og úr Litava gjøgnum hvítarussiska loftrúmið, sigur Marius Skuodis, samferðslumálaráðharri í Litava, sambært Ritzau.
Avgerðin er tikin í kjalarvørrinum á einari hending, sum fór fram sunnudagin, har Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi gav hernaðarflogførum boð um at noyða eitt flogfar hjá Ryanair at millumlenda í Minsk.
Flogfarið var ávegis til Vilnius, høvuðsstaðin í Litava úr grikska høvuðsstaðnum Athen.
Orsøkin til, at Lukasjenko noyddi flogfarið at lenda var, at har skuldi eitast at vera ein "hóttan móti trygdini" umborð.
Umborð á flogfarinum var 26 ára gamli andstøðustríðsmaðurin Roman Protasevitj, sum, eins og aðrir limir í andstøðuni, livir í útlegd í Litava. Undir millumlendingini í Minsk, varð Protasevitj handtikin.
Les eisini: ES umhugsar revsitiltøk móti stjórnini hjá Lukasjenko
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald