Innanlands

Flokkarnir leggja seinastu hond á valevnislistarnar

Higartil stilla 163 valevni upp. Av teimum eru 50 kvinnur. Kristin Michelsen sigst at vera ávegis upp í Sjálvstýri

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-16 17:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Freistin hjá politisku flokkunum at lata valevnislistar inn er klokkan 18 í annaðkvøld.

Ein samanteljing hjá Portalinum vísir at flokkarnir higartil hava fráboðað 163 valevni, sum stilla upp. Enn kunnu roknast við at nøkur koma afturat.

Millum annað hjá Sjálvstýri, sum bara kunngjørdi 10 valevni til tíðindafundin í gjár, har valskráin varð løgd fram. Millum annað kann væntast at ein kvinna kemur á listan, og in.fo sigur seg í dag vita fyri fyrst, at Kristin Michelsen eisini verður á lista D. Hetta er tó ikki váttað.

Tjóðveldi, sum longu hevur størsta valevnislistan, boðaði til sín tíðindafund týsdagin frá, at teirra listi framvegis ikki var heilt liðugur.

Av teimum 163 valevnunum eru 50 kvinnur og 113 menn.

Valevnislistin skal sum nevnt verða inni í annaðkvøld klokkan 18.

Síggj seinast dagførda valevnislistan her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder