Mentan

Flow - teknifilmur uttan orð í Filmsfelagnum

Hetta er fyrstu ferð í langa tíð, at Filmsfelagið vísir ein animeraðan familjufilm tíðliga á kvøldi

2025-04-24 11:12 Author image
Innsent
placeholder

Lettiski Oscarvinnarin, “Flow”, er ein animatiónsfilmur uttan dialog, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin klokkan hálvgum seks.

Í hesi familjuvinarligu søgu, ið er fyri alt húskið, fylgja vit fleiri dýrum, sum eftir at menniskjuni eru horvin, fara umborð á ein bát fyri at yvirliva. Her er ein ketta, sum dámar best at vera einsamøll, eitt vatnsvín, ið ikki orkar so nógv, ein stuttligur hundur av retrivara slagnum, ein lemurur, ið savnar altskyns lutir, og ein skrivarafuglur, sum er ein skrappur rovfuglur úr Afrika.

Báturin siglir stillisliga gjøgnum gomul landsløg, har vatnflóð hevur verið.

Skal ferðin eydnast, mugu dýrini semjast og samstarva, hvussu ymisk tey so eru. 

“Flow” er ein sjáldsamur, vakur og kensluløddur animatiónsfilmur, har vit fyri størsta partin eygleiða dýrini, soleiðis sum tey eru í náttúruni.

“Flow”, sum varð frumsýndur í Cannes, og vann ein Golden Globe, er mest sæddi filmur í Lettlandi. 

Leikstjórin, Gints Zilbalodis, fór undir filmin í 2019, og brúkti open source forritið Blender at gera filmin. 

Í takkartaluni, tá hann fekk Oscarvirðislønina, segði hann:

- Vit eru øll í sama báti og mugu vinna á okkara ymsikleika fyri at finna leiðir at arbeiða saman. 

Við miðlar segði hann við sama høvið:

- Fólk eru leidd av ringum tíðindu og kanska umboðar hesin filmurin okkurt, ið kennist jaligt og vónríkt fyri landsins sjálvsvirði.

Hetta er fyrstu ferð í langa tíð, at Filmsfelagið roynir seg við einum animeraðum familjufilmi so tíðliga á kvøldi sum klokkan hálvgum seks.

“Flow” verður sýndur í Havnar Bio mikudagin 30. apríl kl. 17.30.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder