Uttanlands

Fólk úr Brasil sleppa ikki at ferðast til USA

Brasil er millum harðast raktu londini, og hevur USA tí sett innferðarbann í verk fyri at tryggja, at útlendingar ikki taka meira koronasmittu við sær inn í landið

Sao Paulo, Brasil (Mynd: EPA)

Sao Paulo, Brasil (Mynd: EPA)

2020-05-25 07:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA hevur nú sett í verk innferðarbann fyri ferðandi úr Brasil. Hetta verður galdandi fyri øll uttan amerikanskar ríkisborgarar.

Sambært talskvinnu fyri Hvítu Húsini, Kayleigh McEnany, merkir hetta, at útlendingar ikki sleppa at ferðast inn í USA, um teir hava verið í Brasil seinastu tvær vikurnar. Hetta fyri at tryggja, at útlendingar ikki taka meira smittu við sær til USA.

Fríggjadagin boðaði Heimsheilsustovnurin WHO frá, at Suðuramerika nú verður roknað sum nýggi koronamiðdepilin.

Les eisini: Suðuramerika er nýggi koronamiðdepilin

Leiðarin fyri bráðhjálpartilbúgvingina hjá WHO upplýsti samstundis, at Brasil er tað landið í økinum, sum er harðast rakt.

Eftir USA, er Brasil eisini vorðið tað landið í heiminum, sum er harðast rakt av smittuni. Sambært worldometers.info hevur Brasil skrásett fleiri enn 365.000 smittutilburðir og 22.700 andlát.

Í USA eru fleiri enn 1,6 mió. fólk staðfest smittað, og av teimum eru 99.300 deyð.

Sambært Ritzau er Brasil millum tey londini, sum hevur kannað minst í mun til fólkatalið, og hildið verður tí, at veruliga talið á smittaðum kann vera nógv hægri.

Robert O'Brien, trygdarráðgevi í Hvítu Húsunum sigur seg vóna, at innferðarbannið bert verður fyribils.

– Vit vóna, at tað bert er fyribils, men orsakað av støðuni í Brasil taka vit øll tey neyðugu stigini fyri at verja amerikanska fólkið, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder