Innanlands

Fólkafloksveljarar velja javnaðin til fólkatingsvalið

Heili 29 prosent av teimum, sum ætla sær at velja Fólkaflokkin til løgtingið hósdagin, velja Javnaðarflokkin til fólkatingið týsdagin

Erling Mørkøre og Beinir Johannesen á veljaraátaki á Glasir í dag. Heilt nógvir fólkafloksveljarar til løgtingsvalið fara at seta kross við Javnaðarflokkin í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Erling Mørkøre og Beinir Johannesen á veljaraátaki á Glasir í dag. Heilt nógvir fólkafloksveljarar til løgtingsvalið fara at seta kross við Javnaðarflokkin í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-23 15:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Antin eru fólkafloksveljarar ikki heilt nøgdir við valevnini hjá flokkinum, ella halda tey, at Sjúrður Skaale hevur uppiborið afturval til fólkatingið, hóast hann er valdur fyri Javnaðarflokkin.

Eitt heilt sermerkt við veljarakanningini, tá tað snýr seg um fólkatingsvalið er, at Fólkaflokkurin, sum annars stendur til at gerast stóri vinnari til løgtingsvalið hósdagin, er rættiliga langt frá at gera seg galdandi til annan av teimum tveimum fólkatingssessunum.

Fólkaflokkurin er tann av teimum stóru flokkunum, sum fær fægst atkvøður á fólkatingsvalinum, vísir nýggjasta kanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin/FM1.

Les: Javnaðarflokkurin og Sjúrður standa til søguligan sigur

Kanningin vísir, at tað einans eru 48 prosent av teimum, sum siga seg fara at velja Fólkaflokkin hósdagin, sum fara at velja Fólkaflokkin til fólkatingsvalið týsdagin.

Heili 29 prosent av fólkafloksveljarunum fara ístaðin at velja Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið.

Javnaðarflokkurn fær eisini fitt av atkvøðum frá sambandsveljarum. 21 prosent av teimum, ið ætla sær at velja Sambandsflokkin hósdagin, seta heldur krossin við Javnaðarflokkin týsdagin.

Javnaðurin fær eisini ávísan stuðul frá tjóðveldisveljarum, tí 17 prosent av teimum, ið ætla sær at velja Tjóðveldi til løgtingsvalið siga seg velja Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið.

Havnarfólk velja Javnaðarflokkin og Tjóðveldi

Um vit hyggja eftir hvussu atkvøðurnar til fólkatingið býta seg landafrøðiliga, so síggja vit, at stóð tað til veljararnar í Havn, so vórðu vit umboðað av Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, tí Tjóðveldi fær næstflest atkvøður í Havn, 24 prosent ímóti 42 til Javnaðarflokkin, meðan sambandsflokkurin fær 21 prosent.

Uttan fyri Havnina fær Javnaðarflokkurin 39 prosent, Sambandsflokkurin 27 og Fólkaflokkurin 20 prosent.

Kanningin vísir eisini, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fáa nógv fleir atkvøður frá kvinnum enn frá monnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder