Uttanlands

Fólkatingið ætlar at banna 500 evru-seðilin

Hetta kemur eftir, at Danski Bank í gjár almannakunngjørdi eina innanhýsiskanning um hvítvask

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2018-09-20 08:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein meiriluti í fólkatinginum er til reiðar at banna 500 evru-seðilin. Hesum boðar Hans Kristian Skibby úr Dansk Folkeparti frá, sambært B.T.

Hetta kemur eftir, at Danski Bank í gjár almannakunngjørdi eina innanhýsiskanning um hvítvask í tíðarskeiðnum 2007-2015 í deildini hjá bankanum í Estlandi.

Les eisini: Thomas Borgen fer frá sum forstjóri í Danske Bank

At banna 500 evru-seðilin er bert fyrsta stigið í ætlanini um at tryggja, at líknandi mál ikki koma fyri.

"Tey flestu, ið brúka 500 evru-seðlar, brúka hann til fíggjarlig brotsverk og hvítvask av pengum í ymiskum londum," sigur Skibby. "Hetta forboðið er eitt týðandi stig í stríðnum móti hvítvask."

Hetta fer tó at taka fleiri ár, áðrenn seðlarnir ikki longur eru í nýtslu, tí talan er um uml. 2000 milliardir krónur.

Sambært danska vinnumálaráðnum er bannið stuðlað av Dansk Erhverv, Danska Tjóðbankanum og Finans Danmark.

Eisini er politiski meirilutin samdur í at áttafalda bótaupphæddina fyri hvítvask fyri størstu bankarnar, boðar Rasmus Jarlov, vinnumálaráðharri frá.

Sambært Jarlov merkir hetta, at ein banki, ið gjøgnum hvítvask hevur vunnið 1,5 milliardir krónur fær eina bót uppá 24-30 milliardir krónur í mun til í dag, tá upphæddin bert er 3 milliardir.

Evropeiski Miðbankin hevur eisini boðað frá, at hann ætlar at steðga framleiðsluni av 500 evru-seðlinum móti endanum av 2018. Tað er tó enn møguligt at brúka seðlarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder