Í morgin er Copenhagen Pride á skránni. Hetta setur sín dám á í danska høvuðsstaðnum.
(Pride-flaggið hevur alla vikuna verið at sæð frá Oyrasundskolleginum á Amager)
Fleiri politikarar hava í hesum sambandi mælt til, at "ælaboga-flaggið" skal vera yvir Christianborg fyri at halda dagin. Henrik Dam Kristensen, fólkatingsformaður, sigur at tað verður ikki á hesum sinni, men at tað møguliga verður soleiðis í framtíðini. Hetta er nakað, ið sambært Henrik Dam Kristensen verður hugt uppá saman við formanskapinum. Hetta skrivar TV2
Í gjárkvøldið kunngjørdi Danmarks Statistik (DST), at talið av ælabogafamiljum, tað eru familjur við tveimum mammum ella tveimum pápum, gerast meira vanligar í Danmark.
Talið av pørum av sama kyni við sama kyni, ið hava heimabúgvandi børn er tvífalda seinastu tíggju árini. Nú eru 1465 danskar "ælabogafamiljur".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald