Mentan

Føroya størsti innan sítt øki er farin

Mikkjal Gaard Hansen er deyður

(Mynd: Eija Mäkivuoti)

(Mynd: Eija Mäkivuoti)

2021-09-29 18:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av stóru persónligheitunum innan harðan føroyskan rokktónleik, sangarin Mikkjal Gaard Hansen er deyður, 39 ára gamal.

Í morgun frættust boðini um andlátið.

Føroyski tónleikaheimurin syrgir missin av einum sera gávuríkum tónleikara. Fleiri, sum hava viðmerkt sorgarboðini á sosialu miðlunum í dag vísa á, at hann var tann størsti innan júst sítt øki.

Mikkjal var oddamaður í fleiri ymsum rokkbólkum, Krit, Sic!, Amokk og Marra, og felags fyri allar hesar er, at talan er um sera hartspælandi tónleik, og Mikkjal førdi ann við síni sermerktu rødd. Hann dugdi at ‘growla’ sum nærum ongin annar.

- Hvør einasta konssert var serlig, vill og intens, tær fara at vera mintar leingi. Vit høvdu vóna at fáa fleiri slíkar upplivingar... Vit hava mist eina legendu í dag. Tú vart ein av bestu innan títt øki.. Tað var ein heiður at hava teg við, takk fyri alt Mikkjal, skrivar G! Festivalurin á Facebook. Festivalurin vísir á, at Mikkjal hevur framført á G! síðan byrjan.

Ein av fyriskiparunum av nógvum tiltøkum innan tungmálmstónleik, Teitur Egholm Fossaberg skrivar:

- Tú ert besti frontmaður Føroyar hava haft, punktum! Men tú var so ræðuliga nógv meira enn bara Sic Mik, tú var ein extremt loyalur vinur, tú vart altíð har tá ið man hevði tørv á tær... túsund takk fyri alt tú hevur verið fyri meg, og føroyskan tónleik, eg elski teg bróður!

Og Ragnar Jacobsen, útvarpsvertur við rokki sum speciali, skrivar stutt og greitt: Hvíl í friði Mikkjal. Ein av teimum heilt stóru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder