Hjalmar Zachariassen ger enn eina roynd at stápla ein nýggjan politiskan flokk á beinini. Flokkurin søkir eftir ágrýtnum fólki at savna tær 800 undirskriftirnar, sum skulu til fyri at stilla upp.
Føroya einasti veruligi liberali flokkur søkir nú eftir samskipara. 800 undirskriftir skulu savnast áðrenn løgtingsval verður útskrivað á ólavsøku, og í tí sambandi søkir Føroyaflokkurin nú eftir ágrýtnum fólki at bera flokkin á mál, stendur í starvslýsing, sum millum annað er at síggja á Portalinum.
- Føroyaflokkurin er ein politiskur flokkur, ið arbeiðir fyri meira frælsi, lægri skatti og minni skrivstovuveldi. Føroyaflokkurin er av tí fatan, at Føroyar skulu myndast av teimum 51.000 føroyingunum, ið búleikast her - og ikki av politikarum og teirra persónligu dagsskráum, stendur í lýsingini.
Tað var í fjør, at Hjalmar Zachariassen úr Hvannasundi boðaði frá, at hann fór undir at stovna ein nýggjan flokk, og at hann fekk navni Føroyaflokkurin. Farið varð undir at savna undirskriftir soleiðist at flokkurin kundi stilla upp, og sum skilst var hetta arbeiðið komið væl áleiðis.
Arbeiðið varð tó niðurlagt, og Hjalmar Zachariassen fór upp í hin nýggja flokkin “Framtakið fyri rættinum at velja kannabis”. Hetta varð kunngjørt í februar í ár, men fyrr í hesum mánaðinum visti Portalurin, at Hjalmar Zachariassen kortini ikki stillaði upp fyri kannabisflokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald