placeholder
Innanlands

Føroysk sild á svenska jólamarknaðin

Tavan í Leirvík marinerar nú eisini sildabitar til Svøríkis

2019-11-22 14:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Neyvan nakrastaðni í Føroyum verður føroysk veiddur uppsjóvarfiskur meirvirkaður meira enn á Tavuni í Leirvík.

Í nøkur ár hevur Tavan tikið móti norðhavssild frá føroyskum uppsóvarskipunum til tess at flekja sildina og skera hana í bitar.

Sildabitarnir verða síðan lagdir í serligan kryddlaka eftir neyvari uppskrift frá svensku keyparunum. Framleiðslan hevur verið væl móttikin, so mikið væl, at kundarnir nú eisini hava eftirspurt marineraða sild.

Fyrsta avskipingin av føroyskt marineraðum sildabitum er nú pakkað í gløs í Svøríki, og sambært Joen Magnus Rasmussen, stjóra í Tavuni, eru kundarnir sera væl nøgdir við vøruna, serliga tí støddin og góðskan á sildini í heyst hevur verið framúr góð.

Sild er høgtíðarmeti í Svøríki. Mest verður etið á miðsummarhaldunum, og so í sambandi við jólini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder