Joe & The Shitboys fer í vikuni á konsertferð í Íslandi. Tað upplýsir Fríði Djurhuus, eisini róptur “Joe”.
- Høvuðsorsøkin til at vit fara til Íslands er at vit sleppa at spæla á einum punk museum, ið er á einum gomlum almennum vesi í Reykjavík. Annars ætla vit at spæla har vit kunnu, kanska “in the middle of nowhere” har vit spilla dagin hjá 30 ferðafólki.”
Ferðin er eisini ein langtíðar ætlan hjá bólkinum, at seta eplir niður uttanlands.
- Fyrr ella seinni verða føroyingar troyttir av at hoyra um, hvussu strævnir teir eru, og Ísland er eitt fínt stað at byrja nú tey hava hatta almenna vesi punk savni”.
Eisini er ætlanin at skriva, upptaka og miksa eina nýggja útgávu, sigur hann.
- Beint nú er Sammy Shit (Sjúrður Samuelsen) í holt við at miksa tað allarsíðsta av eini útgávu, ið longu er tikin upp.
Á nýggju fløguni eru tíggju sangir og hon verður at hoyra seinni í ár. Ferðin byrjar nú 21. august og endar átta dagar seinni.
Ætlanin er at spæla fleiri konsertir tá aftur komið er á klettarnar sigur Fríði Djurhuus (Joe) frá. Fyrsta konsertin er 30. august í Sirkus, har tey nýggju løgini vera at hoyra.
Bólkurin Joe & The Shitboys byrjaði at spæla á heysti 2018. Umframt Joe og Sammy Shit eru hinir limirnir í bólkinum Jónsvein Mikkelsen (Johnny Shit) og Sigmund V. P. Zachariassen (Ziggy Shit).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald