Tíðindafundur verður í morgin, og tá fæst greiða á júst hvussu vit skulu liva næstu tíðina, men til tá, fara tað at vera nógvar gitingar.
Í sendingini Breddanum segði Pál Weihe, at vit eiga at bjóða øllum, sum koma til landið eina test, tí so vita vit eitt samdøgur seinni, um tey eru positiv ella ikki, og legði upp til tey kundu komið til eina test aftur seks dagar seinni. Hetta fyri at vera fríari úti í samfelagnum eftir, at tey hava verið og ferðast.
Talið av smittaðum er so mikið lágt í okkara grannalondum, at tað eru fleiri sum vænta, at løgmaður fer at lata landamørkini upp í størri mun enn tey hava verið seinastu vikurnar.
Árni Gregersen, journalistur, mettti í Breddanum um hvat verður kunngjørt í morgin, og sambært honum liggur tað í luftini av tilmælið um sóttarhaldið verður linkað nógv.
- Kanska verður tað gjørt soleiðis, at man ikki skal í sóttarhald, men skal taka eina roynd tá man kemur til Føroyar ella til Kastrup, og er man negativur sleppur mn undan sóttarhaldi, segði Árni Gregersen.
- Í fyrsta umfari verða tað nokk bara ferðafólk úr Danmark og úr Íslandi sum sleppa til Føroya, segði Ingi Samuelsen, journalistur, at hann væntaði.
Eitt sum er greitt, tað er at triði hjálparpakkin, sum serliga er ætlaður ferðavinnuni verður kunngjørdur í morgin. Tíðindafundurin verður klokkan 11 í morgin, og verður sendur í bæði sjónvarpi og útvarpi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald