Innanlands

Fraklendingurin er framvegis horvin

Tað seinasta fólk vita um Bastien er, at hann er farin umborð á Norrønu í Seyðisfirði 20. februar á veg til Føroyar. Løgreglen í Føroyum veit, at hann hevur tikið penging út her og ikki er farin av landinum, á vanligan hátt í øllum førum

Bastien Poree - eingin hevur frætt frá honum síðani í februar (Mynd: politi.fo)

Bastien Poree - eingin hevur frætt frá honum síðani í februar (Mynd: politi.fo)

2019-11-07 15:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. oktober eftirlýsti løgreglan í Føroyum ein 31-ára gamlan fraklending, sum fór umborð á Norrönu í Seyðisfirði tann 20. februar. Hann kom land í Føroyum, men er síðani horvin, og eingin hevur hoyrt nakað frá honum.

Les eisini: Løgreglan fingið ymsar fráboðanir um eftirlýsta fraklendingin

Kringvarpið skrivar, at løgreglan veit, at hann hevur verið her, tí hann hevur tikið pengar út í Føroyum við gjaldskorti. Politiið hevur eisini kannað, um maðurin er farin úr Føroyum aftur, men kann staðfesta, at at maðurin er ikki farin úr Føroyum við t.d. skipi ella flogfari - slíkum ið vanliga flyta fólk úr Føroyum.

 >> SÍ EISINI Løgreglan leitar eftir útlendingi

Bastien Porée, er fyrst í tríatiárunum. Hann er 182 sentimetrar høgur, klænur, hevur blá eygu og piercing í høkuni og í høgra oyra. Familjan hjá Bastien Porée hevur ikki hevur hoyrt frá honum síðani síðst í januar í ár. Ein vinmaður hevði samband við hann síðst í februar, skrivar kvf.fo.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder