Innanlands

Framtakið fær K - Føroyaflokkurin fær L

Nýggju flokkarnir hava fingið bókstavir til løgtingsvalið

Hjalmar Zachariassen - stovnari av Føroyaflokkinum ið hevur eitt L knýtt at sær nú (Mynd: Sverri Egholm)

Hjalmar Zachariassen - stovnari av Føroyaflokkinum ið hevur eitt L knýtt at sær nú (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-30 15:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár útskrivaði Aksel V. Johannesen løgmaður val. Løgtingsvalið verður leygardagin 31. august, og fyrireikingarnar eru farnar í gongd.

Nøkur praktisk viðurskifti skulu uppá pláss í samband við eitt val, og í hesum førum er tað áhugavert, at tveir nýggir flokkar eru við. Framtakið og Føroyaflokkurin stilla upp á fyrsta sinni, og harvið eru 9 ymsikir flokkar. 

Les eisini: Enn er tíð at boða frá nýggjum flokki 

Flokkarnir skulu hava bókstav. Hetta er nú komið uppá pláss. In.fo skrivar, at Framtakið - fyri rættinum at velja kannabis - fær bókstavin K, ið seinast varð nýttur í samband við løgtingsval var í 2004, tá Hin Stuttligi Flokkurin stillaði upp.

Hetta hevur verið greitt í eina tíð, men nú er tað sambært R7 greitt, at Føroyaflokkurin fær bókstavin L til valið. Í 2008 hevði Miðnámsflokkurin hendan bókstavin.

Sostatt eru bókstavirnir hesir: 
A: Fólkaflokkurin
B: Sambandsflokkurin
C: Javnaðarflokkurin
D: Sjálvstýri
E: Tjóðveldi
F: Framsókn
H: Miðflokkurin
K: Framtakið
L: Føroyaflokkurin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder