2021-09-12 12:53

Eingin nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Síðan í gjár er heldur eingin staðfestur frískur aftur, og sostatt er talið á smittaðum í løtuni framvegis 31.
Hetta er fyrstu ferð síðan 2. september, at vit hava eitt samdøgur uttan nýggja smittu.
559 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 218 persónar í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald