
Tá Jan Ziskasen fyri gott fimm árum síðani kom til Føroya úr USA at verða stjóri fyri Føroya Tele legði hann bragdliga út við at kunngera, at ætlan hansara var at geva føroyingum eitt farnet í heimsklassa.
Hetta hendi í teimum døgum, tá 4G – fjórða ættarliðið av fartelefoni – var tað besta av tí besta.
Men lyfti hansara var eisini, at Føroya Tele støðugt vildi stremba seg í at gerast betri, ja, millum heimsins bestu, og 5G hevur alla tíðina hómast úti í sjónarringinum, og spurningurin var bara nær tað fór at koma til okkara eisini.
Men so kom politikkur í. Heimsumfatandi trygdarpolitikkur, tí kinesiski teleframleiðarin Huawei, ið hevði veitt okkum 4G tøknina, varð ikki longur hildin at vera nóg tryggur. Vissa kundi ikki fáast fyri, at kommunistiska stýrið í Kina ikki brúkti kinesisku telatøknina sum amboð í njósning og aðrari óynsktari uppíblandan.
5G-ætlanin í Føroyum fekk eitt bakkast, og kreppa kom í stóra almenna telepartafelagið, tá Jan Ziskasen segði seg úr starvi, tí stjórin og politiskt valda stýri fyri fyritøkuna ikki funnu stevið.
Vilja vera á ovastu rók
Men partarnir funnu kortini saman aftur, og í dag kundi Jan Ziskason so, saman við Bjarna Arnason nevndarformanni, á tíðindafundi boða frá, at avtala um 5G nú er gjørd við risastóra svenska televeitaran Ericsson, og at farið verður undir at skifta farnetið út beinanvegin.
Les: Ericsson verður 5G veitari hjá Føroya Tele
Tað varð tosað við stórum orðum á tíðindafundinum seinnapartin í dag. Føroya Tele vil framvegis teljast millum telefyritøkurnar á ovastu rók, segði nevndarformaðurin, og umskrivaði slagorðið, sum Føroya Tele hevur brúkt í lýsingaherferð saman við føroyska OL-rógvaranum, Sverra Sandberg Nielsen.
Nú eitur tað: Ein fyritøka, ein dreymur, eitt mál. Nýggja málið er at samtríðartryggja farnetið, segði Bjarni Arnason.
Alt verður øðrvísi
Og Jan Ziskasen gjørdist eisini høgtflúgvandi, tá hann endaði sína framløgu um hvussu stórar broytingarnar í føroyska teletøknini verður: “Tað einasta, sum verður øðrvísi, er alt!”, segði hann.
5G-tøknin ger ikki bara tað heila nógv skjótari og meira álítandi. Við 5G skulu vit venja okkum við at kunna brúka farnetið á so nógvum øðrum økjum, enn bara at skaffa fartelefonini/lummatelduni netsamband.
Nú tosa vit nógv meira um fjarstýring á nógv fleiri økjum, bæði privat og vinnuliga... sjálvkoyrandi bilar, til dømis. Møguleikarnir tykjast endaleysir í dag, tí talan verður um møguleikar, sum vit als ikki kenna ella kunnu ímynda okkum í dag, verður víst á.
Týdning fyri samfelagið
- Hetta er ein søgulig byrjan, og eg eri ikki í iva í, at henda íløgan, sum Føroya Tele ger í dag, fer at fáa stóran samfelagsligan týdning fyri Føroyar, segði Niclas Backlund, sum er stjóri fyri Ericsson í Danmark og Føroyum .
- Heimurin fer at tosa um væl útbygda føroyska samskiftiskervið, eins og hann í dag tosar um føroyska vegakervið. Hetta er nakað, ið verður lagt merki til, segði hann.
Kostnaðurin er loyniligur
Tá spurningurin kom inn á kostnaðin av avtaluni, sum Føroya Tele og Ericsson hava gjørt, gjørdist stjórarnir meira kúrrir.
- Avtalan við Ericsson er gjørd út frá einum handilsligum grundarlagi. Tá tað í 2019 gjørdist greitt fyri okkum, at vit skuldu skifta alt farnetið út, bóðu vit Ericsson, finska Nokia og kinesiska Huawei koma við loysnum til okkara. Og vit valdu Ericsson, tí vit mettu teirra loysn vera ta bestu fyri okkum, segði Jan Ziskasen og legði afturat.
- Hartil var tilboðið so gott, at vit kundu ikki siga nei til tað.
Men hann vildi ikki siga nakað um, hvat prísurin fyri 5G loysnina hjá Ericsson er.
- Talan er um eina avtalu millum tveir vinnuligar partar, og vit velja at halda tølini fyri okkum sjálvi, segði telestjórin.
Farið verður beinanvegin undir at fyrireika skiftið til 5G netið, sum kemur at dekka allar Føroyar.
Roknað verður við, at stóra og umfatandi útskiftingin av útgerðini verður liðug og klár at taka í nýtslu einaferð móti endanum av 2022, kanska í byrjanini av 2023, upplýsti Jan Ziskasen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald