Fútabannið sum Kringvarpið fekk fyri einari viku síðani, tjúgu minuttir áðrenn Dagur & vika skuldi í luftina, stendur við.
Tað visti útvarpið í kvøld.
- Mótparturin hevur latið stevning inn í morgun umat upprættahalda fútabannið. Men hvussu leikur fer víðari vita vit ikki heilt enn, men tað kann taka langa tíð áðrenn nakað hendir, sigur Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
- Advokaturin hjá landsstýrinum hevur sagt, at um ein avgerð gongur teimum ímóti, so kæra teir málið víðari til landsrættin. Tað vil siga, at landsstýrið roynir at draga málið út, so at upplýsingarnir ongantíð koma fyri almenningin, heldur Georg L. Petersen.
Málið snýr seg um upplýsingar um ein fund millum landsstýrið og kinesiska sendiumboðið í Danmark. Sambært landsstýrinum hevur Kringvarpið fingið fatur á upplýsingunum á óreiðiligan hátt, og fekk fútan at seta bann móti Kringvarpinum, at upplýsa Føroya fólki um hvat fór fram á fundinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald