Innanlands

Fýra harðskapsmál í høvuðsstaðnum í nátt

Ein persónur situr í brummuni fyri at hava brúkt harðskap móti tveimum persónum, og í hinum førinum veit løgreglan, hvør brotsmaðurin er

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-12 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan í høvuðsstaðnum skrásett tilsamans fýra harðskapsmál.

Klokkan 2.30 varð løgreglan boðsend til eitt dansistað, tí vaktir máttu halda einum persóni aftur. Viðkomandi hevði verið uppi at toppast við einum vakti og einum øðrum gesti, og tí er hann skuldsettur fyri harðskap í tveimum førum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Persónurin varð handtikin, og situr hann enn í brummuni, inntil hann sleppur út seinni í dag.

Klokkan trý kom so ein fráboðan frá einum skeinkistaði um, at ein maður var blivin stútaður í andlitið, og hevði hann brotið fleiri tenn. Brotsmaðurin rýmdi av staðnum, men løgreglan veit hvør hann er.

Síðsta harðskapsmálið hendi í miðbýnum beint áðrenn klokkan fimm í morgun. Har var talan um ein ungan persón, sum varð blivin álopin og hevði brotið eina tonn.

Vaktleiðarin sigur, at løgreglan hevur navnið á brotsmanninum.

Fyrr í nátt, um klokkan hálvgum eitt, fekk løgreglan eisini eina fráboðan frá einum hýruvognsførara, um, at úthurðin til ein handil stóð víðopin. Løgreglan fekk fatur á einum ábyrgdarpersóni í handlinum, sum fór á staðið, men tað vísti seg, at talan ikki var um innbrot men um eitt tekniskt brek við hurðini.

Ein tíma seinni fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt skeinkistað skonkti fyri fólki undir 18 ár, men tá løgreglan kom á staðið, var einki illgrunasamt at síggja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder